marmennilin-slider

MINNIST TÚ SØGNINA?

M armennil er líkur fólki, men er í stóran mun minni í vakstrarlagi – men fingrarnir eru langir. Hann livir á havsins botni og ger útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mugu slíta snørini. Verður hann krøktur, er hann so handafimur, at hann klárar at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp undir borð, sum annar fiskur, og tikin inn í bátin.

Ta einu ferðina, ið hann fekst við at gera síni skálkabrøgd á botninum, gekst honum illa í hond, tá ið hann ætlaði sær at taka um endan á snøri Anfins bónda, úr Elduvík, og seta fast í botn, men í tí sama brá Anfinnur sær við og krøkti marmennilin í aðra hondina. Við aðrari hondini kláraði marmennilin ikki at gera seg leysan og fáa teymin av snørinum, og tískil varð hann drigin upp, krossur ristur fyri hann, og hann varð fluttur til lands.

Anfinnur hevði hann í varðveitslu hjá sær í árninum og mátti hvørt kvøld minnast til at rista kross fyri øll fýra hornini á árninum, har hann sat. Ikki vildi hann eta annað enn øgn. Tá ið teir fóru til útróðrar, høvdu teir marmennilin við sær, men ikki máttu teir gloyma at rista kross fyri hann, tá ið hann var komin inn í bátin. Róðu teir yvir fiskatorvu, settist hann at læa og spæla í bátinum, og kastaðu teir tá niður, treyt ikki at fiska – og helst tá ið hann drap fingurin niður í sjógvin. Anfinnur hevði marmennilin hjá sær í langa tíð. Ein dagin var nógv brim, tá ið teir flotaðu bátin at fara til útróðrar, og tá gloymdu teir at rista kross fyri hann í bátinum. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, smoygdi marmennilin sær fyri borð, og sum vera mundi sást hann ikki aftur.

TEIR SJEY FISKARNIR

L istamaðurin skuldi hava fiskar á standmyndina, og tí mátti hann fáa nakrar modellfiskar. Fyriskipararnir tóku tað sum eina sjálvfylgju, at fiskarnir skuldu fiskast av elduvíkingi út fyri Elduvík. Tað bar ikki beinari á, enn at Rodmundur á eini Danmarkarferð við sluppini Westward Ho hitti og kom at kenna elduvíkingin Arnold Garðshorn. Sjálvandi fall prátið m.a. á standmyndina og fiskarnar, og Rodmundi so líkt so, so avtalaðu teir upp á standandi fót, at Arnold Garðshorn skuldi flota sær bát í Elduvík og royna at fáa nakrar smáfiskar.

Arnfinnur Garðshorn, føddur 25.09.1942

Hann greiðir soleiðis frá:

Eg setti mær fyri at fara á Nýggjustovumiðið, tí tað er so høgligt, og har kanst tú fáa tosk, brosmu og longu, men ikki hýsu. Tað er eitt ógvuliga neyvt mið – og púra einki ummáls. Hví miðið eitur Nýggjustovumiðið, veit eg ikki, men tað hevur so okkurt við Nýggjustovu, í Elduvík, at gera. Teir gomlu hildu ýtini loynilig, og soleiðis hevur tað óivað eisini verið her. Ýtini eru Kyrjastein í Skriðubakkan og Stavin undan í Hælaskorargjótuni. Stavurin er ein ljós strípa í tí kølsvarta berginum, á tí vestara arminum á gjótuni. Strípan kemur nokk fram av tí, at har er turrari enn í berginum annars. Hví tað eitur Stavurin, veit eg ikki, men tað líkist ikki stavi. Eg fekk nakrar fiskar, og Rasmus Hansen fekk nakrar av teimum og frysti teir. Seinni fleyg Rodmundur Nielsen niður til Danmarkar við fiskunum, tí listamaðurin, Hans Pauli Olsen, skuldi brúka teir sum modell til marmennilin. Hetta er helst fyrstu ferð, at fiskur av Nýggjustovumiðinum er flogin út í heim. Hælaskorargjótuna veit eg einki at siga um, men Kyrjasteinur hevur fingið navnið í teirri katólsku tíðini.


Kyrjasteinur – ímóti Elduvík (fyrra myndin). Kyrjasteinur – ímóti Kalsoynni (seinna myndin)

Søgnin sigur, at vit høvdu bønhús í Elduvík, og tað skuldi vera á leið har, sum kirkjan er. Um tað passar, veit eg ikki, men vit kalla tað umráðið Frammi við Bønhúsgarð. Abbi mín, Símun Elias Joensen, úr Frammistovu, segði tað, at tey plagdu at fara nakað fram í ánna – fram í Knæfalssand – at leggja seg á knæ at biðja ella at takka ella hvat, ið tað nú kundi vera. Áin svingar so nógv, og har fer ein stórur bugur eysturyvir, niðan ímóti Eggini. Har, ið bugurin so rættar seg út aftur, har er sandurin – Knæfalssandur.

EITT SINDUR UM STANDMYNDINA

T

á ið tankarnir um at reisa Anfinni bónda og Marmenlinum eina standmynd vóru sodnaðir, og eyguni skuldu vendast ímóti einum listafólki, sum skuldi taka sær av verkinum, var kendi listamaður okkara, Hans Pauli Olsen, fyrstur á listanum. Sjálvt um hann ikki sat tómhentur í Keypmannahavn, so tók hann uppgávuna upp á seg. Hetta var ikki smávegis fongur hjá teimum, ið skipaðu fyri. Hans Pauli “eigur” eina rúgvu av standmyndum og kendum verkum bæði í Føroyum og uttanlands, so hann er ein viðurkendur listamaður.

Elduvíkingar og fólk annars høvdu sína meining um, hvar hóskandi var at staðseta standmyndina, og tær flestu meiningarnar bendu ímóti lendingini í bygdini. Hans Pauli man eisini hava lagt sítt listahøvur í blot, og tá ið hann eftir gjølla umhugsan vísti á tað plássið, har standmyndin nú er staðsett, vóru nærum øll samd um, at hetta var tað rætta plássið. Nú er so sjón fyri søgn.

Áðrenn Hans Pauli fór í holt við sjálva standmyndina, vísti hann eitt modell fram fyri elduvíkingum og øðrum áhugaðum. Modellið var sera væl umtókt av fólki, so nú var leyst og liðugt hjá listamanninum at fara til verka.

Hans Pauli er føddur í Havn í 1957, men hann býr í Keypmannahavn, har hann eisini hevur vunnið sær holla útbúgving á Glyptotekinum og á Tí Kongaliga Danska Kunstakademinum. Hann er høgt í metum hjá teimum, ið meta um list.

Lisbeth Bonde er cand. mag. í donskum og listasøgu og er kendur listaummælari hjá Weekendavisen. Vit loyva okkum at taka eitt lítið brot burtur úr einum sera áhugaverdum ummæli, sum hon hevur, um listamannin Hans Paula Olsen:

Í atelieri sínum endurskapar hann tað gudsskapta – og tað er eingin skinklan í arbeiðsháttinum. Hann hevur sjálvur lært seg at modellera – eisini við vinstru hond – soleiðis at hann við sínum innaru kenslum kann evna “livandi” skap við hondum og fingrum. Hendur og fingrar seta síni týðiligu spor í leirið, so at vit fáa eina meira livandi yvirflatu. Hann hevur langt síðani lagt amboðini frá sær og er altíð í fysiskum sambandi við sjálvt verkið, so handfaringarnir eru óteljandi nógvar.

Sjálvur sigur Hans Pauli nakað soleiðis um standmyndina av Marmenlinum:

Tá ið eg fari í gongd við at gera eina standmynd, so byrji eg ofta við at tekna ymisk hugskot. Síðani geri eg eina lítla skitsu úr leiri ella gipsi. Tá ið eg helt meg hava funnið skapið til Marmennilin, modelleraði eg eftir einum livandi modelli av einum smádrongi. Tað endaliga úrslitið er evnað soleiðis. Marmennilin er modelleraður úr leiri, og síðani er gips lagt oman yvir leirið. Leirið verður tikið úr gipsforminum, og tað er hesin formurin, ið vit síggja. Fiskarnir eru gjørdir á sama hátt. Tað, sum er rundanum og skal ímynda sjógv, er evnað úr gipsi. Báturin – við bátsmanningini – er evnaður úr voksi og leiri og síðani stoyptur í akrýlgipsi. Gjøgnum árini havi eg modellerað nógvar portrettbringumyndir, og tað eru nakrar av hesum, sum eg havi modellerað eftir til bátsmanningina.

Tað er eyðsæð, at Hans Pauli hevur valt sær “rættar” føroyingar – við skeggi og føroyskum yvirbrái – at manna bátin. Bátsmanningin er Anfinnur bóndi við sínum 8 synum.

Í bakborðssíðu sita Bjarni (næstelsti beiggi Hans Paula), Torbjørn Olsen (listamaður og beiggi Hans Paula) og Bjørgheðin Jacobsen (upprunaliga staðið modell til standmyndina av Tróndi í Gøtu).

Í stýriborðssíðu sita Kári Olsen (elsti beiggi Hans Paula), Jákup Pauli Gregoriussen (arkitektur), Elias Olsen (sonur Hans Paula) og Bárður Jákupsson (listamaður). Róðursmaður er Tróndur Patursson (listamaður) og frammi í rong situr Fróði Olsen (sonur elsta beiggja Hans Paula).

STANDMYNDIN AVDÚKAÐ 23. AUGUST 2020

S

tandmyndin, Marmennilin, varð avdúkað í Elduvík sunnudagin hin 23. august – seinrapartin kl 3. Tað er kendi listarmaðurin og myndahøggarin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt hana við støði í gamlari søgn í bygdini.

Fyri fáum árum síðan tóku elduvíkingar, og fólk sum standa bygdini nær – umvegis bygdarfelagið – stig til at fáa bygdini hesa standmyndina til vega. Beinanvegin var stórur áhugi fyri átakinum millum fólk, og so væl hava fyritøkur og persónar stuðlað, umframt Runavíkar kommuna, at verkætlanin stendur upp og niður fíggjarliga, nú hon verður latin kommununi í varðveistlu leygardagin.

Meðan Hans Pauli Olsen hevur høgt myndina til, er væl av fyrireikingararbeiði gjørt við Vambaklett, har Marmennilin skal standa. Hetta er økið dygst omanfyri fjøruna og vestanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum bygdina. Nú standmyndin verður sett upp og avdúkað leygardagin, er hetta arbeiði eisini komið á mál.

Fyrireikararnir eru fullgreiðir um serligu støðuna í landinum, og hava tí tikið øll neyðug atlit til tess at forða smittuspjaðing hendan dagin. Meiri fæst at vita um hetta fram eftir vikuni, táið ein skrá eisini verður send miðlum og áhugaðum.

Standmyndin hevur verið ávegis í eina tíð, ætlanin var at krøkja haldið í mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu, men tað miseydnaðist bæði í fyrru og í seinru syftuni – og nú er mentanarvikan flutt til apríl mánaða 2021 – tí varð hildið, at rættast var at fremja avdúkingina nú, meðan myndahøggarin eisini er í landinum og vitjar.

Meiri verður at frætta um málið seinri í vikuni.

– Fyrireikingarbólkurin

VARÐVEITA SØGNINA

Á heysti í 2016 tók Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Í nevndina vórðu valdir Rasmus N. Hansen, Dánial Martin Hansen og Rodmundur Nielsen.

Nevndin fór til verka á heysti 2016, og var fyrsta takið at fáa listarmann at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, ið lýsir søgnina um marmennilin. Tíðliga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti. Á sumri í 2017 kom Hans Pauli við einum sera spennandi hugskoti.

Tað er sera hugaligt at arbeiða saman við einum so royndum listarmanni sum Hans Paula, og er nevndin sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við til at fáa verkætlanina til veruleika. Nevndin hevur saman við Hans Paula funnið fram til ta bestu staðsetingina av listarverkinum, og er tað í Elduvík nakað niðan fyri kirkjuna oman móti Urðini.

Í desembur 2017 var fíggjarliga ætlanin komin upp á pláss, og er verkætlanin mett at kosta 730.000 krónur.

Nevndin er nú farin í gongd vit fáa pening til vega, soleiðis at verkætlanin kann gerast veruleiki. Runavíkar kommuna hevur sýnt verkætlanini stóran áhuga og fer at verða ein dyggur stuðul í arbeiðinum.

Til ber at lata peningaligan stuðul til verkætlanina á konto 6460-5769029 í Bank Nordik.

TANN (Ó)SKRIVAÐA SØGNIN

E in dagin vóru Anfinnur bóndi í Elduvík og synir hansara farnir á Norðhavið, og tá brann hann brádliga á av landnyrðingi við stormi og kavaroki, so ikki sást fram um stavn. Anfinnur legði undan, og teir royndu sum frægast at sleppa inn á Djúpini, men tað eydnaðist ikki. Tað fyrsta, teir sóu, var berg fyri framman við brimgangi, og tá vóru teir komnir inn vestan fyri Rivtangan – inn á Vestara Búgvabarm. Ikki var nakar hugsingur um at sleppa út aftur av barminum, so nú vóru góð ráð dýr. Búgvin – hægsti drangur í landinum – stendur so reystur har á barminum, og á tí síðuni, ið horvir inn ímóti landi, skáar so frægt, at Anfinnur heldur tað verða møguligt at sleppa upp á land har. Sum hugsað, so gjørt. Allir fingu fast undir fótum og arbeiddu seg upp í ein skort, sum síðani hevur borið navnið Anfinniskortur, men bátin máttu teir lata fara.

Funningsbóndin og Anfinnur bóndi vóru vinmenn, og funningsbóndin hevði frætt, at Anfinnur var ikki afturkomin av útróðri. Ein onnur heimild sigur, at Anfinnur og synir hansara komu fram fyri funningsbóndan í dreymi – standandi í skortinum á Vestara Búgvabarmi. Líkamikið – funningsbóndin tók hest sín og reið til Gjáar og haðani fram við eggini líka á Ambadal. Hyggjandi niður á barmin sær hann teir í skortinum. Ikki fekst samband teirra millum, tí landnyrðingurin lá so tráur inn yvir dalin. Funningsbóndin kúvendi aftur til Funnings, tók sær eitt krov úr hjallinum – settist aftur á hestbakið – og skundaði sær aftur á Ambadal. Av eggini blakaði hann krovið útav, og so væl var blakað, at Anfinnur og synir hansara fingu fatur á krovinum, og tað kom teimum væl við.

 

Landnyrðingurin vildi ikki geva seg, so tað gingur nakrir dagar, áðrenn funningsbóndin hættaði sær at flota bát og fara vestur at royna at bjarga teimum. Væl gekst hjá funningsbóndanum at bjarga teimum, og tað var stórur fagnaður í Elduvík, tá ið tey sóu tann ovfylta bátin koma rógvandi inn ímóti bygdini. Hvørt kykt kom oman í fjøruna at taka ímóti teimum, og tað vóru eisini fleiri, ið gramdu seg um, hvussu stór synd hevði verið í teimum hesar dagarnar, og hvussu illa teir nú mundu vera fyri. Tá mælti ein av synunum: “Nei! Eg skal vísa tykkum, at vit eru ikki illa fyri!” Síðani tók hann ein stóran stein upp undir hondina og bar hann niðan á bakkan. Steinurin var so tungur, at tað bara vóru teir sterkastu menninir, ið kláraðu at lyfta hann – við báðum hondum. Síðan tá hevur steinurin verið nevndur “Havið hjá Anfinni bónda”. (Havið, ið fyri kortum er vigað, vigar 438 pund).

 

Eitt sindur um Anfinniskort
Búgvin er sum nevnt tann hægsti drangurin í Føroyum – 188 metrar høgur – og Anfinniskortur er á tí vestaru síðuni, inn ímóti fastlandinum. Skorturin, sum er ein djúp og víð hola inn í Búgvan, hevur navn eftir Anfinni bónda, í Elduvík, sum livdi um ár 1600, so hetta man vera eitt tað elsta staðarnavnið í Búgvanum. Omanfyri nevnda søgn hevur altíð verið knýtt at staðarnavninum og hevur sostatt munnliga verið varðveidd við Gjógv upp í gjøgnum tíðina. Er søgnin fest á blað, so hevði tað verið gott at frætt um tað.
Vert er eisini at leggja til merkis tað málsliga fyribrigdið – Anfinniskortur – og ikki Anfinsskortur. Her verður hvørjumfalssniðið brúkt – og er sostatt eitt dømi um (sum ikki einaferð), at ikki loysir tað seg altíð at heingja seg í kaldar málreglur, tá ið um staðanøvn ræður.

TÍÐINDASKRIV

B ankNordik høvuðsstuðul saman við Runavíkar kommunu.

Avtalað er nú undirskrivað við BankNordik um at vera eina av høvuðsstuðlunum í verkætlanini at varðveita søgnina um marmennilin. Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri, skrivaði undir stuðulsavtaluna vegna BankNordik saman við nevndini fyri verkætlanini, í Elduvík.
“Vit eru fegin um at fáa møguleika at stuðla hesari verkætlan, sum nøkur eldhugaði fólk hava tikið stig til, soleiðis at søgnin um marmennilin, sum var um at fara í gloymskuna, nú kann verða varðveitt”, sigur Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará.
Nevndin fyri verkætlanini fegnast um vælvild frá BankNordik og frá Runavíkar kommunu. Harafturat hava fleiri aðrir stuðlar eisini víst áhuga fyri verkætlanini. Sostatt er longu helvtin av fíggingini av verkætlanini komin uppá pláss.

Stutt um ætlanina:

Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag tók avgerð um at skipa eina nevnd, sum kundi arbeiða við at varðveita søgnina um marmennilin í Elduvík.
Nevndin fór til verka á heysti í 2016, og var fyrsta uppgávan at fáa ein listamann at átaka sær uppgávuna at gera standmynd. Fyrst í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti. Á sumri í 2017 hevði Hans Pauli Olsen gjørt eitt spennandi hugskot til standmynd, ið skal lýsa søgnina um marmennilin. Tað er hetta hugskotið, sum nevndin síðani hevur valt at arbeiða víðari við.
Tað er sera hugaligt at arbeiða saman við einum so royndum listamanni sum Hans Paula Olsen, og nevndin er sera fegin um, hann hevur játtað at luttaka, so verkætlanin kann gerast veruleiki.
Nevndin hevur saman við Hans Paula Olsen avgjørt, at besta staðseting av standmyndini í Elduvík er nakað niðanfyri kirkjuna, út móti urðini.
Meiri kunning um verkætlanina og søgnina um marmennilin er at finna á www.marmennilin.fo

Nevndin

Elduvík, 23. apríl 2018

HUGTAKANDI GRANSKING

M aria Jacobsen – vanliga nevnd Maria á Langanesi – hevur í mong ár fingist við ættargransking og hevur eisini undirvíst í ættargransking í kvøldskúlum í 34 ár, tí var tað so upplagt at fáa hana at kanna ættina hjá Anfinni bónda. Hetta hevur hon nú gjørt, og úrslit hennara – ið er sera hugtakandi – kemur her:

Tað eru sagnir, sum siga frá Anfinni bónda og synunum. Eg havi roynt at funnið prógv fyri, at hesir menn hava livað, og tað hava teir.

Anfinnur bóndi, meti eg, var føddur um 1575. Higartil havi eg funnið sjey synir, men áðrenn eg fari at greiða frá, hvat eg havi at halda meg til um hesar menn, skal eg nevna teir, sum eg havi funnið við navni.

Elstur var Jákup, næstir vóru Jógvan, Petur, Ísakur, Niclas og Óli – yngstur var Gutti. Eftir søgnini skuldu teir verið átta, men eg havi funnið sjey.

Nú skulu vit hugsa um, at hetta snýr seg um eini 400 ár herfyri, so ikki er tað lætt at fáa tilfar um fólk hetta tíðarskeiðið. Eysturoyar kirkjubók, sum er tann elsta í Føroyum, byrjar ikki fyrr enn í 1687. Men til alla lukku hava teir gjørt so mikið um seg, at teir eru at finna í løgtingsbókunum, og tann fyrsta byrjar í 1615. Í hesum bókum havi eg funnið prógv fyri, at hesir menn hava livað.

Anfinnur bóndi æt Andfind Jacobsen. Hann var sonur Jacob Joensen, bónda í Elduvík. Foreldrini hjá Jákupi vóru Gyðja og Jákup Poulsen, bóndi í Elduvík. Henda Gyðja, sum var omma Anfinn bónda, var dóttir Jón Heinason, løgmann. Tað vil siga, at hon var abbadóttir Heina Havreka.

Tann 21. august 1623 er ein maður í Elduvík í rættinum. Hesin, sum eitur Jacob Joensen, er ákærdur fyri at hava stungið Samuell Anthoniussen – sum var svágur hansara – tríggjar ferðir við einum knívi. Tá ið Jákup verður spurdur um hetta, svarar hann, at hann kundi ikki nokta hesum, men at tað var hent í drykkjuskapi, og at hann var ikki við sítt fulla vit.

Tað vóru nakrir menn, sum nevndust Borgesmend. Tað vil siga, at teir borgaðu fyri Jacob Joensen. Teir skuldu gjalda hansara vegna “Firsundstiuge ferøske Gylden”, og teir skuldu standa inni fyri, at einki hendi Samuell Anthoniussen, ella skuldu teir syrgja fyri, at Jákup kom aftur í rættin. Hesir menn vóru:

Michel Joensen, Lamhauge, Heine Hansen paa Welbestad, Joenn Thommesøn, Johannes Thorloffsen og Andfinn Jacobsen.

Anfinnur sæst sum løgrættumaður í øðrum søkum.

Nú komi eg til synirnar:

1. Jacob Andfindsøn, sum eg haldi er elstur, er eisini løgrættumaður – t.d. 15. mars 1667. Eina aðra ferð – í 1667 – er tað Joen Poffuelsen, í Oyndarfirði, sum leggur tænaran hjá sær undir ikki at møta á vártingi. Hann hevði stevnt honum fyri “Tvistighed om Tieneste”. Har vitnar Jákup Anfinson, at Joen Poulsen sjálvur hevði skyldina av, at húskallurin ikki møtti, og hesin Jógvan varð dømdur at gjalda bótina sjálvur.

Tann 25. juni 1668 er sakarmál um kistuna, sum elduvíkingar funnu á útróðri. Kistan var tung, og teir bóru hana niðan í gróthúsið hjá Óla Magnussen. Um náttina fóru Óli og Jacob Ollesøn og brutu kistuna upp. Har tóku teir “En liden Pache Papir med nogle smaa Stene og nogle gamle sølvkanpper og to smaa Løver skaaren i Christall”.

Teir báðir vitnaðu í rættinum, at teir – Ole Magnussen og Jacob Olessen – “samt Daniel Poffuelsen og Jacob Andfindsens kvinder ved navn Marion Pedersdatter og Magga Oluffsdatter – opbrød Kisten paa ny og udtog en stor Kjole af rødt Silketøy – i størrelse som en Messesærk – samt to Skjorter, to Linnen Buxer og bytte det sig imellem i 4 Parter.” Dánjal Poulsen og Jákup Andfindsen søgdu í rættinum, at teir kundu ikki nokta, at konur teirra høvdu verið við hesa seinnu ferðina. Úrskurðurin varð, at Jacob Olsen og Ole Magnussen, sum tvær ferðir høvdu brotið kistuna upp, “skal have deres feste forbrudt og straffes paa deres Formue.” Hetta bleiv  “med H.K.M. Ombudsmands tilladelse og for gode Folks forbøn Skyld benaadet paa deres Ære.”

Daniel Poulsen og Jacob Andfindsen, sum ikki sjálvir høvdu verið við til at brotið Kistuna upp – men konur teirra høvdu – og teir noktaðu ikki fyri at vita um hetta, men sagt var, at “bør de deres Lejemaal at have Forbrytt, medmindre H.K.M. Ombudsmand dennem det igjen vil tilstede at nyde.”

Hetta kann tykjast løgið, at teir, sum høvdu verið við til hetta lógarbrotið, tvær ferðir vórðu náðaðir, men hinir báðir, sum ikki høvdu gjørt nakað, skuldu dømast so hart, men á tann hátt fingu teir fatur í jørðini hjá teimum. Jacob Andfindsen var bóndi í Elduvík. Kona Jákups man vera tann umtalaða Magga Olufsdatter, sum doyði 80 ára gomul í 1697.

2. Jógvan mundi vera næstur Jákupi. Í 1661 fann eg Joen Andfindsen sum løgrættumann, og hann var eisini bóndi í Elduvík.

3. Óla veit eg lítið um. Um hann er nr. 3, veit eg heldur ikki, men eg havi funnið hann í tingbókunum í 1634, og tí haldi eg hann vera ein av teimum eldru. Í 1634 stendur: Oluff Andfindsen, Eldevig, for Løslevned med Dorethe Mouritzdatter, begge deres første Forseelse.” Um hetta kann vera hon, sum hann giftist við, fær mann einki at vita um.

4. Peder Andfindsen var bóndi í Haldarsvík, og hann er eisini uppi í einari sak um eina kistu. Í 1668 verða nakrir bøndur í Haldarsvík – har ímillum Peder Andfinsen – stevndir fyri rættin fyri eina kistu, sum teir høvdu funnið langt úti á sjónum. Teir søgdu, at teir høvdu funnið kistuna og ført hana til lands, og at teir høvdu sent Peder Andfindsøn til løgmann. Um somu tíð lógu 2 skip frá Ostindiske Compagni á Vestmanna.

So vitnaði Peder Andfindsen, at løgmaður bað hann fara til fútan, Søren Pedersen, við kistuni. Fútin var ikki heima henda dagin, men nakrar dagar seinni sendi fútin boð til Peder Andfindsen og bað hann koma til Hoyvíkar við nevndu kistu. Har varð hon latin upp, og í henni vóru 100 rullur av hvítum “Blommet Silketøy”, og Peder Andfindsen vitnaði í rættinum, at teir fingu bjargingarløn, sum var “42 Rixdaler og 2 stykker Leritt, lang tilsammen 84 Alen.”  Hetta vitnaðu menninir við eiði og upprættum fingrum.

Av hesum síggja vit, at Peder Andfindsen hevur verið álitismaður. Eina aðra ferð er hann fyri rættinum, og tá er tað ein, sum eitur Poffuel Joensen sum “paa sin Kvindes vegne, ved navn Sigge Andfindsdatter og Peder Andfindsøn paa sine egne vegne, at de ikke vilde anke den Fjerding jord udi Sefflende (Sevlende), som Berent Jacobsen haver udi Pant af Anna Oluffsdatter for en Ko.” Her fáa vit at vita, at henda Sigga Andfinsdatter er dóttir Anfinn bónda.

5. Isak Andfindsen. Tann 4. mars í 1659 er Ísakur løgrættumaður, og har verður hann nevndur bóndi. Hann sæst seinni í 1659 og eisini í 1660 – einar tvær ferðir – sum løgrættumaður. Ísakur búði í Sørvági. Tað fann eg , tí tann 12. mars 1673 vitnar Ísakur í einari sak ímóti Jacob Danielsen og Joen Heinesen “den eldre” um ein hagapart, sum teir ikki eiga rættin til. Tá vitnar Ísakur Andfindsen, at síðani hann kom til Sørvágs at búgva, hevur Joen Heinesen den eldre havt hesa jørðina og havt 5 gimbrar gangandi í hesum sama hagaparti.

6. Niclas Andfindsen veit eg ikki nógv um, men hann man hava átt jørð, tí í 1680 stendur, at “Niclas Andfindsen udi Eldevig opgav sig til Joen Joensen ved tilnavnet Giøte med 3 Gylden jord udi Quivig liggende og en halv Gylden jord i Seblende i Østerø. Men tann 15. mars í 1686 stendur: For retten kom Joen Isachsen boende udi Sørvaag.” Hesin Jógvan førdi prógv fyri, at hann hevði føtt og klætt “sin Faderbroder Salig Niclas Andfindsen i 2 aar.” Eisini hevði hann goldið fyri líkklæði og jarðarferð, roknað til 9 før. gyllin. Her fáa vit fleiri hentar upplýsingar. M.a. fáa vit at vita, at hesin Jógvan Isachsen er sonur Ísak Andfindsen, og at farbróðirin, Niclas Andfindsen, hevur endað dagar sínar hjá bróðursoninum Jógvani, so hann man neyvan hava havt tað nóg gott hjá teimum, sum hann gav seg upp til, og sum fingu jørðina hjá honum. Hesin Jógvan Isaksen var eisini løgrættumaður.

7. Gutte Andfindsen. Søgnin sigur, at Gutte var yngstur av brøðrunum. Eg havi funnið, at hann var føddur í 1631, so tað kann væl vera so, tí tá hevur Anfinn bóndi verið reiðiliga hálvthundrað ára gamal. Tann 16. mars í 1679 er ein sak, har “Gutte Andfindsøn udi Eldevig havde i Rette ladet stevne Thomas Poffuelsen paa Ørrering og hans Medarvinger med flere Medejere og dennem tiltalte for en Fierding jord, som de skal have inde. Thomas Poffuelsen mødte for retten og tiltalte forne Gutte Andfindsen for en Fierding udi Eldevig, som hans Fader skal have købt, og Gutte nu skal bruge.” Við tað at teir vóru ósamdir, og einki varð prógvað, varð málið útsett.

Í 1681 er Gutte stevndur fyri at hava sligist og skeldast við Johannes Joensen, sum eisini var úr Elduvík.

Gutte Andfindsen doyði 60 ára gamal í 1691.

8. Heine Andfindsen? Hetta er nakað, sum eg havi gitt meg fram til. Lat meg siga beinanvegin, at eg havi ongastaðni sæð Heina. Anfinn bóndi hevði eitt festi í Kollafirði (á Heyggi) í 1613-14-15-16. Eisini hevði hann festi í Haldarsvík frá 1615 og líka til sonurin Peder Andfindsen tekur við í 1649. Aftan á Petur festir ein maður, sum eitur Anfind Heinesen. Hann kann so ikki vera sonur Petur, men vit kunnu gita okkum til, at hesin eitur eftir abbanum í Elduvík, og ger hann tað, má pápin eita Heini. Vit vita, at Heinanavn er í ættini, tí Gyðja – omma Anfinn bónda – var abbadóttir Heina Havreka. Eisini átti Gyðja sjálv ein son, sum æt Heini, og hann var so farbróðir Anfinn bónda. Eg haldi, at tað er hugsandi, at tann eini sonurin hevur itið Heini, og eg síggi ongan annan, sum er uppkallaður eftir Anfinn bónda. Sum sagt, hetta er ikki nóg væl prógvað, men ógvuliga væl hugsandi.

Umframt at sita sum bóndi við nógvari jørð í Elduvík var Anfinnur eisini bóndi í Haldarsvík og í Kollafirði. Jákup, Jógvan og Gutte vóru allir bøndur í Elduvík, og Petur var bóndi í Haldarsvík. Ísakur var bóndi í Sørvági, og Niclas átti nakað av jørð, sum lá í Kvívík og á Strondum, so sigast má, at teir vóru mætir menn.

9. Sigga Andfindsdatter. Hetta er tann einasta dóttirin, sum eg havi sæð. Hon var gift við Poul Joensen, sum eisini var bóndi í Elduvík. Hann festi saman við sváginum Jákupi – aftan á Anfinn bónda.

Maria Jacobsen.

ANFINNUR BÓNDI

A nfinnur bóndi hevur verið ein rættiliga kendur maður. Tað eru sagnirnar, ið hava livað á mannamunni síðani hansara dagar, besta prógvið um. Í bók síni “Úr søgu og søgn”, ið Eyðun Andreassen hevur skrivað, hevur hann á bls. 165 m.a. hesar reglur um Anfinn: “Hesin Anfinnur er møguliga tann Andfind Jacobsen, ið er nevndur í jarðabókunum í 1628/29 og í 1641/42. Hann var eisini løgrættumaður.”
Kendu sagnasamlarar okkara V. U. Hammershaimb og Jakob Jakobsen hava eisini Anfinn bónda í sínum savni. Hesaferð taka vit eina søgn, sum Jakob Jakobsen hevur skrivað niður. (Vit loyva okkum at sminka tað málsliga eitt lítið sindur, so tað liggur nærri okkara málbrúki). So við og við fara vit at fáa meira at vita um Anfinn bónda og synir hansara – úr minni kendum sagnum.

Ervið

Anfinnur bóndi í Elduvík var á útróðri ein dagin. Óveður kom á hann, hann rak av leið og setti upp einastaðni í Norðuroyggjum. Langur vegur var at koma heim aftur hjá honum, fleiri firðir at sleppa um. Tá ið hann kom at bøgørðunum í Elduvík, hoyrdi hann dans ganga — tá drukku tey ervi eftir hann, tí ikki hildu tey vón vera til, at hann kom aftur, so long tíð sum nú var liðin. Eingin visti av, fyrr enn Anfinnur bóndi kom og loypti splitt (ófrið) í dansin. Tá dansaði konan uppií. Við tað sama var alt kvirt, og øll stóðu so smoykin (forskammað). Lítið var hann syrgdur – tað sá hann, segði Anfinnur.

 

Anfinnur og synir hansara

Átta vóru synir Anfins. Ein dagin, sum teir vóru útrónir, funnu teir eina deyðseyðaær flótandi og tóku hana inn í bátin. “Mutti, mutti,” segði yngsti bróðirin Gutti (tað var nú orðatak hansara); “betur var, um eg hevði fingið hesa ærina í mín part í kvøld!” Tá ið teir komu til lands aftur – einki høvdu teir fiskað – funnu teir eina kistu (trækassa) rikna inn á Gráastein (summi siga, at kistan varð funnin á útróðri). Tá segði elsti bróðirin við Gutta: “Nú kanst tú eiga ta deyðu ærina,” og hann bar so kistuna heim til hús. “Blýantskistan” varð hon nevnd av tí, at har var fagurt klæði í, blýant kallað (blýant er eitt gamal orð fyri silkiklæði); ein blýantsstakkur var í, settur við perlum og dýrum steinum, og mong onnur fín klæði.
Býtt var í millum teir eldru brøðurnar, men hin elsti, sum var giftur og búði í Nýggjustovu, tók stakkin heim til konu sína. Tríggjar páskadagar upp í slag fór konan í húsinum í kirkju í hesum stakki; triðja dagin var prestur komin og skuldi leiða hana inn í kirkjustólin, sum siður var, tá ið ein kona hevði átt barn. Nú ið prestur sær hana, sigur hann: “Eg hugsaði, at hetta hevði verið ein bóndakona; men nú síggi eg, at tað er ein fínari frúa”. Síðan læt hann hana og mann hennara upp í hendurnar á yvirvaldinum – og eisini hinar brøðurnar. Eisini mistu tey Nýggjustovugarð.

Høvuðsstuðlar

Stuðlar

Nevndin

Rasmus N. Hansen

Formaður

Rodmundur Nielsen

Nevndarlimur

Dánial Martin Hansen

Nevndarlimur

Tíðarlinja

  • 2020
  • Standmyndin avdúkað

    Sunnudagin 23. august kl. 15:00 varð standmyndin avdúkað við tiltaki í Elduvík.

    16/08/2020
  • 2018
  • Heima- og facebooksíða stovnsettar

    Í februar mánaði í 2018 vórðu nýggj heima- og facebooksíða stovnsettar sum liður í at varpa ljós á verkætlanina.

    04/02/2018
  • 2017
  • Fíggjarætlan samtykt

    Í desember 2017 varð fíggjarætlan fyri verkætlanina samtykt, og varð verkætlanin mett til 730.000 kr. Nevndin fer undir at fáa pening til vega, fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki.

    20/12/2017
  • Snið og staðseting

    Í juni 2017 gjørdi Hans Pauli Olsen modell av standmyndini og saman við honum avgjørdi nevndin, at standmyndin skal staðsetast í Elduvík nakað niðan fyri kirkjuna - út ímóti Urðini.

    11/06/2017
  • Hans Pauli Olsen inn í myndina

    Á vári í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina av marmennlinum, sum skal stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti.

    18/04/2017

MYNDASAVN